Treytir hjá No27Design
Treytir við keyp, sending av vøru og endurgjald
Keyp:
No27Design hevur bæði lidnar vørur, og vørur sum eru serframleiddar til einstaka kundan til sølu. Tí eru treytirnar ymiskar.
Fyri allar vørur er galdandi at vøran skal gjaldast við keyp og/ella bíleggjan.
Vørur ið koma undir lidnar vørur:
- Bryst UTTAN bak
- Trussan uttan hektir
- Trussan – 2 pør
Vørur ið koma undir serframleiddar vørur:
- Bryst VIÐ bak
- Trussan við hektum
- Á seyming á egið bryst
Framleiðslutíð:
Framleiðslutíðin fyri serframleiddar vørur er 2-6 vikur, tó kann hendan tíðin vera ávirkað av heilidøgum og ferium. Tú fært beinleiðis boð um framleiðslutíðin er annað enn upplýst omanfyri í tínum føri.
Útflyggjan:
Veljast kann í millum at heinta vøruna í handilinum í Sørvági, ella at fáa vøruna senda.
Heintan:
Vøran skal heintast í handilinum í Sørvági. Kundin fær boð tá vøran er klár at heinta. Við heintan skal bíleggingarváttan vísast.
Adressan er: Húsadalsvegur 27, 380 Sørvágur.
Sending:
Posta er veitarin vit senda við. Kostnaður fyri sending innanoyggja er 55kr. Allar vørur vera sendar við Tracking.
Leveringstíðin er 1-3 arbeiðsdagar.
Lidnar vørur vera sendar fyrsta arbeiðsdag eftir hon er keypt. Serframleiddar vørur vera sendar so skjótt tær eru liðugt framleiddar.
Umbýting og endurgjald:
Lidnar vørur kunnu býtast um, uttan kostnað, innan 8 dagar frá keypsdato. Vøran skal vera óbrúkt, og í sama standi hon var keypsdagin.
Serframleiddar vørur kunnu ikki býtast um og vera ikki endurgoldnar. Um eitt hvørt er galið við serframleiddu vøruni, verður tú biðin um at kontakta No27Design á tlf +298 270462 ella no27solva@gmail.com, so finna vit eina loysn.
Gávubræv:
Gávubrøv kunnu vera send á email sum ein PDF fíl, sum skal takast niður. Fysisk gávubrøv kunnu vera send við Posta, um hettar er ynskt.
Gávubrøv vera ikki endurgoldin.