fbpx

Hvør er No27Design

Tað er tilvirkisatstøðingurin Sólvá Zacharissen.  Eg fekk prógv  í 2018 eftir 2 ára skúlagongd.

Á tilvirkið havi eg fingið breiða vitan, um hvussu tað ber til at brúka okkara tilfeingið. 

Litir, formar, teknikkir, ja alt hugsandi og óhugsandi ber til. Við design prosessuni,  ber til at skapa okkara egna design, og ikki kopiera beinleiðis tað onnur gera.

Við  íblástri frá náttúruni vit liva so tætt uppat, ber til at skapa nakað nýtt. Brysti til føroysku klæðini er gjørt við íblástri frá málaríinum Infinity, mála av Beintu av Reyni.

Bundnu brystini eru gjørd frá botni av. Tað er ikki løtu verk, men handaverk. Nógvar royndir eru gjørdar fyri at fáa samanspæli ímillum tráð, litir, formar. Afturmeldingarnar eg fái er sera góðar, og tað eri eg takksom fyri.

Spennandi er at seta litir saman. Svarta traditionella brysti er best umtókt, men tað eru fleiri sum velja litir sum hóska til turriklæði ella fyrriklæði.

Trussir til at hekta uppá troyggjuna, til føroysku klæðini er eisini eitt nýtt design, í samstarvið við Sonju Davidsen, OW intimates. Trussan er genial siga tey sum hava roynt hana, ómakaleyst 🙂

Kápan er ikki komin á marknaðin enn, men er ávegis. Ein øðrvísi møttil um tú vil tað.

 

Mítt einstaklinga virki

Tað var í 2016 eg stovnaði No.27.

Eg byrjaði við viðgerarstovu, ímeðan lestrartíðin var.

í 2019 er virki deilt í tvey.

No27Design og No27Vælvera

í 2022 er virki deilt í trí.

No27Design – Brysti v/bak o.a til føroysk klæðir

No27DesignVælvera – TEI viðgerðir, viðtalur um Matur og Kenslur o.a.

No27DesignKnit – Bindiuppskriftir, tógv, stokkar, egið design til sølu

No27Design er har eg fái brúkt mína kreativu síðu. Design prosessin er ótømandi.  Tað er gevandi at sleppa at royna hetta, livst so spyrst, segði onkur eg kenni 🙂

No27Vælvera er sprottin av tørvinum at fáa trivnaðin betri. TEI-system viðgerðirnar gera veruliga mun.

Saman við vegleiðing um mat og kenslur, fær tú verðuliga “knekka kotuna” til hví tú er so vanabundin og tí er góð hjálp at heinta, um tú hevur tørv á tí.

UP teorin hjá Mette Holm hevur hjálpt mær at koma víðari í lívinum. Tí havi eg útbúgvin sum vegleiðari har eg við hennara amboðum og vitan kann hjálpa øðrum.